Góðan morgun Føroyar

Víkingabygdin tekur skap í Viðarlundini í Havn
01-07-2022
Víkingalívið er eitt kærkomið høvi at kobla úr dagliga resinum, heldur Tóra Hansen, fyriskipari av víkingastevnuni Festívalhøll, sum er í Viðarlundini í Havn um vikuskiftið.

Gongur tú ígjøgnum viðarlundina í Havn um vikuskiftið, so kann vera, at tú rennur teg inn í nakrar víkingar, sum berjast fyri lívinum.

Í dag letur Víkingastevnan, Festívalvalhøll upp á fløtuni við Viðarlundina í Havn, har pisufundurin plagar verða hildin.

Endamálið við stevnuni, sum verður alt vikuskiftið, er at savna inn pengar til at gera ein víkingabygd í Føroyum.

Finnur Koba fór oman at sneyta seinnapartin í gjár, tá fyriskiparin Tóra Hansen og hinir víkingarnir løgdu seinastu hond á fyrireikingararbeiði.

Eitt eitt nú vandu tey ein víkingaleik, sum verður framførdur um vikuskiftið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024