Góðan morgun Føroyar

Søtt kann vera sunt
07-09-2022
- Ein heilsugóður matpakki kann saktans innihalda eina karamellu ella eitt kakustykki, sigur Sølvá J. Joensen, kostfrøðingur.

Matpakkar.

Tað munnu vera tey flestu, sum eitt styttri ella longri tíðarskeið hava etið matpakka, tá tey hava verið á dagstovni, í skúla ella til arbeiðis.

Men hvat er ein góður matpakki, er ein heimagjørdur matpakki sunnari enn ein keyptur, og hvussu kann mann gera tann siðbundna matpakkan eitt sindur meira spennandi?

 

Sambært Sølvá Jansdóttur Joensen, sum er yrkisbachelor í føðslu og heilsu og vanavegleiðari, skal ein góður matpakki innihalda viðskera, breyð, frukt, grønmeti, og fisk. Og gjarna eisini okkurt søtt.

- Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit ikki tosa um mat sum sunnan ella ósunnan. Tað snýr seg í stóran mun um mongdina av tí, vit eta, sigur Sølvá Jansdóttir Joensen.

- Tí ber eisini væl til at gera ein góðan matpakka, sum umframt alt tað vanliga eisini inniheldur eina karamellu ella eitt lítið kakustykki, sigur Sølva Jansdóttir Joensen.

Í morgunsendingini gevur Sølva Jansdóttir góð ráð um heilsugóðar matpakkar til børn og vaksin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024