- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað var ikki fyrr enn Sadie Sigurrós Vang Niclasen hoyrdi ein vinmann siga, at hann ikki kendi seg sum seg sjálvan, tá ið hann tosaði danskt, at hon fann útav, at hon ikki var einsamøll við hesari kensluni.
Frá at hava klárað seg væl bæði í skúla og sosialt gjørdist Sadie tann stilla, sum ikki rætti hondina upp, sum hon plagdi, tí hon skuldi fyrst týða úr føroyskum til danskt í høvdinum, og so aftur kekka, at tað, hon ætlaði at siga, var rætt. Tá var løtan sum oftast farin, og samrøðan hevði flutt seg víðari.
Sadie hevur í hesum døgum eina grein á politiken.dk, har hon hugleiðir um, at tað er trupult at passa inn í Danmark, tí danir ganga útfrá, at hon er eins donsk og tey, og at tey ikki vita nakað serligt um munirnar millum føroyingar og danir, og harvið eisini millum Føroyar og Danmark.