Góðan morgun Føroyar

Javnstøðulógin skal haldast
14-09-2022
Í morgun var Jógvan Páll Lassen, advokatur, í Góðan Morgun Føroyar og svaraði spurningum frá lurtarum

Fyrsta evnið, var málið, har ein arbeiðsgevari varð dømdur at gjalda eini eini kvinnu 190.000 krónur í endurgjaldi fyri kynjamismun, sum var framdur í samband við barnsburðarfarloyvið hjá kvinnuni. Hetta var mett at vera brot á javnstøðulógina. Havt sigur javnstøðislógin og hvat snýr málið seg um?

Eisini høvdu lurtarar møguleika at seta løgfrøðinginum spurningar. Her eru nakrir av spurningunum ið vóru settir Jógvani Páll:

 

Maðurin stendur fyri húsinum hjá okkum. Vit eru gift. Um hann skuldi doyð áðrenn eg, hvar standi eg so viðvíkjandi húsinum?

 

Hvat skal til, fyri at eitt testamenti er løggildugt?

 

Spurningur um forskot uppá á arv. Kann man altíð geva tað, ella eru serligar reglur galdandi? Og hvussu verður arvur, forskotsarvur skattaður?

 

Hvussu verða peningagávur skattaðar?

 

Hevur eitt hagastýrið heimild at seta seydamann, uttan at halda hagafund fyrst?

Til hendaspurningin komu fleiri viðmerkingar frá lurtarum:

Fyri hvønn haga, skal í minsta lagi vera ein røktingarmaður. Fyri felagshaga ger hagastevnan av røktingarmannatalið, løn og hvør velur teir. Hevur hagastevnan ikki tikið hesar avgerðir, liggur tað á hagastýrinum at taka tær.

 

Um onkur er dømdur til mentalkanning, og kanningin enn ikki er gjørd 5-6 ár seinni. Er dómurin so gingin út?

 

Viðmerking til javnstøðuprátið.
Um ein kvinna, ið arbeiðir hjá tí almenna ella privata fer í barnsburðarfarloyvi, fær hon 80% av lønini í barsilsgjaldi hvønn mánaða, og onkuntíð betalur arbeiðsplássið tey síðstu 20%, so hon fær fulla løn - tó í mesta lagi 25.000kr um mánaðin (sum nokk verður hækka skjótt) kanska er tað broytt.
Um ein sjálvstøðug vinnurekandi (frisør t.d) skal í barsil, og hevur meldað seg í barsiltryggingina, sum er 3000kr um árið, so fær hon 80% av yvirskotinum tvs. eftir at hon hevur goldið skatt, leigu, liting, sjampo, saksar, kaffi, tilhoyr til salongina, bensin fyri at koyra til og frá arbeiði og alt annað, sum skal gjáldast. So fær hon 80% av tí upphæddini sum er eftir tá. Hví skulu tey sum ofta kempa fyri sínum arbeiði, fáa so vánaligar sømdir frá landinum?

 

Sera áhugavert at lurta eftir prátinum um javnstøðuna. Hvussu er, um ein nevnd ella starv skal mannast, har tað er ein meiriluti er av øðrum kyninum og best skikkaði umsøkjarin er saman kyn sum meirilutin:
Hvussu skal javnstøðan nú hevjast - at best skikkaði fær starvið (og javnstøðan í nevndini/starvsplássinum verður meiri ójøvn) ella skal javnstøðan í nevndini/starvsplássinum verjast framum, og best skikkaði ikki fær starvið?

 

Ein viðmerking til, har maðurin stendur einsamallur fyri húsinum - um bæði standa fyri skuldini, kann konan koma illa fyri ísamband við hjúnaskilnað. Tí um hennara búpartur blívur negativur, so skal hon ikki býta tað við mannin.

 

Hvat er definitiónin upp á tvangsarvingar? Og kunnu tvangsarvingar gerðast arvaleysir?

 

Hvat kostar tað at gera eitt testamenti?

 

Kunnu foreldur, har annar er í ørviti og hitt eitt sindur, geva ommu- og abbabørnunm ein peningagávu? Kunnu barn/børnini seta seg í vegin?

 

Enn einaferð...
Hvussu er man stillaður í einum 40 ára longum parlagi (ikki gift). Hann stendur fyri húsunum.

 

Hvør hevur abyrgd av einari á sum rennur inni á stykkinum hjá einum. Ein á rennur ígjøgnum mítt stykki, millum meg og nábúgvan. Hvat um td. hon flytur yvir og ger skaða td. inná hja nábúgvanum?

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024