Góðan morgun Føroyar

Føroyingar hava ilt í búkinum
15-09-2022
Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur. Hví so er, roynir mýlalívfrøðingur at finna útav.

Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?

Hetta er ein spurningur, sum Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, roynir at fáa svaraðan.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá er mýlalívfrøðingur og granskar í tarmsjúkum.

- Tað er ikki eitt einfalt svar, tá tað snýr seg um, hví so nógvir føroyingar hava ilt í búkinum. Men allar kanningar benda á, at arvafrøði, rørsla, matvanar og sálarheilsa spæla ein týðandi leiklut, sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá.

Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur. Í morgunsendingini fortelur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá um júst henda trupulleikan, sum nógvir føroyingar dragast við.

Í sambandi við Vísindavøku á ferð hevur #Marjun á Fríðriksmørk Berbisá eina framløgu um tarmsjúkur í Føroyum. Hetta er hóskvøldið á Sands Bókasavninum klokkan 18.30. Eisini eru tvær aðrar framløgur á skránni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024