Góðan morgun Føroyar

Syklussurin kann verða títt amboð
27-09-2022
- Gerandisdagurin verður lættari, tá tú sum kvinna kennir tín syklus, sigur Laila Tórsheim, cand. mag. í sálarfrøði og jogalærari.

- Vit eiga ikki at góðtaka, at tað skal vera í lagi at hava ilt, tá mann hevur menstruatión, at mann fær høvuðpínu, fyllist við vætu, og at lagið kann vera sera skiftandi beint áðrenn menstruatión. Øll hesi eru tekin um, at kroppurin ikki er í javnvág.

Orðini eigur Laila Tórsheim. Hon er cand. mag. í sálarfrøði og hevur í fleiri umførum verið í Føroyum og undirvíst kvinnum í joga og lært tær ymiskt um menstruatiónssyklus. Seinast var í farnu viku.

Laila Tórsheim heldur, at kvinnur kunnu fáa eitt lættari lív við at vera meira tilvitaðar um sín syklus og kanska royna at leggja alt meira til rættis eftir, hvar í syklussinum tær eru.

Nær er tað eitt gott hugskot sum kvinna at halda eina veitslu og vera sosial, og nær er skilabest at binda frið og slappa av? Tað kanst tú vita við at kenna tín syklus, heldur Laila Tórsheim, sum hevur skrivað bókina Dit hemmeliga våben - ein bók, um hvussu kvinnur eiga at seta seg inn í sín menstruatiónsyklus og harvið fáa ein lættari gerandisdag.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024