Góðan morgun Føroyar

Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba
03-10-2022
- Tað ger heilt víst mun, at ein mánaður er valdur til at tosa um bróstkrabba burturúr, tí so fáa vit veruliga sett sjóneykuna á hetta.

Tað sigur Turið Horn, sum er partur av Bót til Bata, um ljósareyða oktober.

Seinnu árini hevur eisini verið vanligt at ein føroyskur sniðgevi kemur við einum prýði, sum verður selt fyri at savna pening inn til arbeiðið hjá Bót til Bata. Hesaferð er sniðgevin Johanna av Steinum.

- Eg arbeiði nógv við perlum, so tað var upplagt hjá mær at brúka tær til hesa verkætlanina eisini, sigur Johanna av Steinum.
 



Í januar varð avtala gjørd við toymið, sum vanliga tekur sær av framleiðsluni hjá Steinum í Ukraina, um at tær eisini skuldu framleiða ljósareyðu prýðini, men orsakað av krígnum í landinum mundi hetta farið í vaskið.

- Flestu av kvinnunum, sum arbeiða hjá okkum, flýddu undan krígnum, so tað sá svart út, men tær flestu eru tíbetur komnar heimaftur, so vit hava fingið næstan ta mongd av armbondum og oyraringum, sum vit ætlaðu at framleiða.

Eingi bróst eru eins, er ein áminning í stríðnum móti bróstkrabba. Soleiðis ljóðar eitt av slagorðunum hjá Krabbameinsfelagnum, og Turið Horn greiðir frá, tá bróstini hjá kvinnum eru so ymisk, so merkir tað, at kvinnan sjálv er hon, sum kennir síni bróst best.

- Tað er tí týdningarmikið, at vit, tá vit eru í bað, merkja eftir, um brótini kennast, sum tey plaga, ella um okkurt er, sum kennist øðrvísi. Um so er, so skalt tú leita tær læknahjálp beinan vegin.

Hagtøl siga, at bróstkrabbi rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Bróstkrabbi rakar eisini menn, og ein av hvørjum túsund fær sjúkuna.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024