Góðan morgun Føroyar

Eru ov nógvar grasplenur í Føroyum?
05-10-2022
Hví ikki velja at hava ein villan, ein vakran ella ein mettandi urtagarð í staðin?

Tað er Náttúrunetverkið, samskipað av Umhvørvisstovuni, sum spyr okkum hesar spurningar seinnapartin, tá ið tey skipa fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Har vera tríggjar framløgur, sum greiða frá, hvussu tú fært sum mest burtur úr tí plássi, tú hevur kring húsini.

Ein av teimum, sum fer at greiða frá, er Tjóðhild Patursson. Hon fekk heiðurin at tosa um tann mettandi urtagarðin.

- Talið á teimum, sum velta sítt egna grønmeti, veksur í heilum, og tú kanst fáa nógv burturúr, hevur tú bara eitt lítið petti av jørð, sigur hon.

Ein annar spurningur, sum fyriskipararnir hava sett, er: Hvussu nógvar gularøtur klárar tú at velta burturúr einari grasplenu?

- Svarið er í øllum førum, at tú fært fleiri, enn ein familja klárar at eta, sigur Tjóðhild.

Náttúrunetverkið, sum skipar fyri, er eitt netverk av fólkum, sum á ein ella annan hátt arbeiða við náttúruni, og áhugin er stórur, sigur Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni.

- Áhugin fyri Náttúrunetverkinum hevur verið stórur, síðan vit byrjaðu, og nú hildu vit, at tíðin var komin at gera okkurt, sum var opið fyri almenninginum.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum kl 19, og neyðugt er við tilmelding á nlh.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024