Góðan morgun Føroyar

- Hetta er akkurát eg
11-11-2022
Tað sigur 22 ára gamli Karl Weihe, sum er við í veruleikarøðini Ex on the Beach, sum byrjar sunnudagin á Discovery

Karl býr í Sandavági, og hann hevur altíð havt áhuga fyri slíkum veruleikasjónvarpsrøðum og droymt um at verið við í slíkari.

Hann setti sær sum mál, at han skuldi við í Ex on the Beach, so hann hevur seinastu árini gingið nógv upp í, hvussu kroppurin sær út og hevur vant miðvíst fyri at fáa ein so vælbygdan kropp sum gjørligt.

- Eg havi altíð droymt um tað, og eg havi altíð vitað, at eg var eitt sindur "eyka", sigur Karl.

 

Karl hevur vant miðvíst fyri at fáa ein so vælbygdan kropp sum gjørligt.


Karl hevur gjørt nógv burturúr at reklamera fyri sær sjálvum á sosiala miðlinum Instagram og væl hevur riggað, tí framleiðararnir varnaðust hann og bjóðaðu honum at vera við í Ex on the Beach.

- Hetta er akkurát eg, eg eri týpa til hatta, eg elski dámur, elski fest, summar og sól og eri ein orkubumba, sigur Karl Weihe.

 

Karl Weihe til frumframførslu av fyrsta parti í veruleikarøðini Ex on the Beach


Konseptið fyri veruleikasjónvarpsrøðina Ex on the beach er, at fýra stakir, ungir menn og fýra stakar, ungar kvinnur hittast á strondini í einum heitum landi. Har skulu tey tosa og hugna sær saman, fara á "date" og koma at kenna hvørt annað.

Men so mitt í øllum koma fyrrverandi sjeikar ella unnustur upp í leikin og spilla spælið.


- Eg haldi, at fólk skulu gleða seg, sigur Karl Weihe.

 

Lurta eftir samrøðuni við Karl Weihe, har hann greiðir frá, hví hann er við í røðini, hvussu upplivingin hevur verið, og hvørjar tankar hann hevur gjørt sær, nú hann gerst ein fyrimynd fyri nógv ung. 

 

Karl hevur júst verið í Turkalandi og fyrireikað seg til frumframførsluna av Ex on the Beach.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Tað sigur Marni Olsen, skipaverkfrøðingur hjá Knud E. Hansen, sum eisini hevur deild í Føroyum
29-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024