Góðan morgun Føroyar

Ein trygd hjá dómarum at hava VAR í oyrunum
22-11-2022
Enn verður VAR ikki brúkt í Føroyum, men óhugsandi er ikki, at tøknin eisini verður at síggja á okkara leiðum í framtíðini

Í seinnu hálvu av hesum árinum hava føroyskir dómarar luttikið á VAR-skeiðum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU.

Skeiðið er bygt á fýra meginreglur, har VAR kann leggja uppí og gera rættingar.

Tað eru støður, har talan er um mál ella ikki mál, brotsspark ella ikki brotsspark, beinleiðis reytt kort, og skeivur spælari fær gult ella reytt kort.

Og nú er komið har til, at Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen hava staðið royndina, og kunnu, tekniskt sæð, vera VAR-dómarar, har hendan tøkni verður brúkt.

Á skeiðnum fingu teir millum annað ástøðiliga undirvísing samantvinnað við simulatorvenjing og próvtøku, har dystir í donsku U19-kappingini vórðu brúktir.

VAR, ið er stytting fyri enska heitið Video Assistant Referee, verður nýtt til A-landsdystir hjá monnum, og uttanlands verður tøknin brúkt í Champions League, Europa League og Conference League, umframt í øllum teimum stóru og minni stóru lands- og steypakappingum í Evropa.

Útlit eru eisini fyri, at VAR fer at verða nýtt í enn fleiri kappingum í framtíðini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024