Góðan morgun Føroyar

Tørvurin stýrir útboðnum
22-11-2022
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur 50 ár á baki, og nógvar ymiskar útbúgvingar eru komnar og farnar hesa tíðina.

- Tey flestu minnast helst tíðina, tá oljuleitingin var í hæddini í Føroyum í 1990unum, tá bjóðaðu vit eina útbúgving innan kolvetnisverkfrøði, sigur Hans Pauli Joensen, dekanur á Nátturuvísindadeildini á setrinum.

Útbúgvingarnar, sum deildin bjóðar, fylgja rákinum í samfelagnum, og beint nú verður denturin lagdur á KT-útbúgvingar, tí sera stórur tørvur er á arbeiðsmegi við hesum førleikum í Føroyum í dag.

Ein av størstu fyrimununum við at kunna lesa í Føroyum, í øllum førum ein part av tíðini, er, at tey, ið hava lisið á setrinum, í stóran mun koma heim aftur til Føroya eftir loknan lestnað.

Trý av teimum, sum kunnu nikka játtandi til hetta, eru Jan Muller, Svanna Hanusardóttir og Bjarta Højgaard, sum vóru við fyri 50 árum síðan.

Seks lesandi fóru undir útbúgvingina, øll teirra fóru niður til Danmarkar eftir tey tvey árini, sum støðisútbúgvingin bjóðaði her heima, og øll komu tey eisini heim aftur aftaná.

- Eg minnist væl aftur á tíðina, tí vit høvdu so nógvar spennandi lærarar og vit gjørdu so nógv ymiskt, sigur Svanna og greiðir frá um plantu- og dálkingarkanningar á Sandi, jarðfrøðikanningar í Vágum og kanning av alkoholvanunum hjá vestmenningum.

- Tað var spennandi at gerast partur av einum universitetsumhvørvi við øllum tí, sum tað innibar, at vera fyrst. Vit høvdu hølisavbjoðingar uppi á loftinum á føroyamálsdeildini og uppi á loftinum hjá postmeistaranum, men samanhaldið millum okkum seks, ið byrjaðu saman, var sera gott, sigur Jan Muller.

- Setrið, sum vit síggja tað í dag er fantastiskt, sum tað er í dag, leggur hann afturat.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024