Góðan morgun Føroyar

Birita fór av Strondum til Japan
28-11-2022
- Japanarar eru heilt øðrvísi enn føroyingar, men vit trívast væl, sigur Birita Timothy, sum er trúðboðari saman við manni sínum í Japan.

Síðani 2017 hevur 30 ára gamla Birita Timothy av Strondum saman við manni sínum og tveimum børnum búð í Japan.

Har virka tey sum trúðboðarar fyri felagsskapin OMF.

At flyta úr Føroyum til ein gerandisdag í Japan er veruliga ein kollvelting, tí lívið í Japan er upp á nógvar mátar øðrvísið enn í Føroyum.

- Japanarar arbeiða nógv, tey flestu hava eina arbeiðsviku, sum er einar 80 tímar. Tey arbeiða so nógv og so hart, at tað ikki er óvanligt, at japanarar arbeiða seg í hel, sigur Birita Timothy, sum eisini vísir á, at japansk børn hava úr at gera.

- Børnini hava langar skúladagar, og tað er púra vanligt, at tey hava skúlating at gera hvønn dag, tá summarfrítíð er, sigur Birita Timothy.

Í morgunsendingini fortelur hon um gerandisdagin hjá sær og familjuni í Japan.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024