- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Lena Reinert, sum er bóndi og vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, hevur funnið upp á ársins orð 2022, sum er stuttflutt.
Stuttflutt var kosið ársins orð við millum annað tí grundgeving, at orðið veruliga hevur fingið luft undir veingirnar í 2022. Men orðið er eldri enn so, tí í 2017/18 fann Lena Reinert, bóndi og vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, upp á orðið, stuttflutt, sum nú er kosið ársins orð 2022.
- Tað er samanrenningin av mínum upphavi, uppvøkstri og útbúgving, ið hevur skapt orðið, greiðir Lena Reinert frá.
Lena Reinert hevur tvær søgur um orðið, og hvussu tað bleiv til.
Stutta søgan um stuttflutt
Lena Reinert greiðir soleiðis frá:
Systir Jóhan Dáva í Gásadali, Signa, kom ein dagin inn til mín eitt ørindi.
Vit eru lestrarfelagar, frá tí vit lósu føroyskt í miðjum 90'unum.
Hon segði, at beiggi hennara gjørdi ein tekst til eina heimasíðu at selja búnaðarvøru, og manglaði onkur lýsandi orð. Sjálv hevði eg gingið og hugsað um hetta, evnið er jú á breddanum, og spurdi, um tey kundu brúka orðið stuttfluttur, sum eg hevði gingið og spælt mær við, hon takkaði fyri.
Eg brúkti so orðið fyri meg sjálva, men væntaði ikki at hoyra meir frá tí; men stillu tøðufólkini hava gróðursett orðið, og tað hevur fruktað væl, og nú hoyrist tað javnan.
Langa søgan um stuttflutt
Lena Reinert skrivar:
Í 1994 byrjaði eg, Lena, at lesa norðurlendskt, serliga føroyskt mál og bókmentir á Setrinum. Har hevði eg bara framúrskarandi lærarar, men tá tað kom til orðasmíð og málpolitikk, var eingin sum Jóhan Hendrik.
Mangan morgun, eg var komin við bussi til Havnar, fingu vit okkum eitt prát um ymiskt, hann hevði hugsað um á súkkluferðini yvir.
"Tú ert árla risin í morgun", byrjaði hann ofta okkara samrøður, "vælsignaða, ikki siga /jøus/" var eisini afturvendandi, men vit tosaðu um alt millum himmal og jørð.
Hann hevði nógvar tankar um, hvussu nýggjyrði best fingust inn í málið. Hann greiddi errin frá, hvussu hann hevði verið upp á forkant við postorðunum í 1976, við teldorðum tá ið teldan var nýggj, og meðan vit lósu, var hann kvikur at koma við evruni, so bronglaðir formar ikki skuldu koma fyri eyguni á fólki.
Tað hevði stóran týdning at koma sum skjótast við einum føroyskum formi bæði í talu og skrift, helt hann. Hetta havi eg tikið til mín.
Bóndi og bóndadóttir
Eg eri bóndadóttir, nú bóndi sjálv, og eri frá barnsbeini vand at vanda mær um málið, serliga tá ið tað kemur til mat.
Eg hugsi nógv um burðardygd og matsjálvbjargni og haldi, at matur skal etast, har hann er uppkomin.
Keyp føroyskt kveikti
Átakið Keyp føroyskt vakti nokk eisini onkrar tankar úr dvala.
Eg havi fylgt við norska kjakinum um kortreist mat, men fyrsta, ið fekk meg at hugsa um eitt føroyskt orð, var, tá eg í Føroyum hevði keypt onkran svenskan kjøtviðskera, og tað stóð "närproducerad" á einum klistrimerki á pakkanum.
Hetta hevur verið um ár 2017-18. Eg hugsaði nógv um hetta, tí eg visti jú, at orðini hava lítlan kjans, um tey skulu kappast við umsetingar, so sum nærframleiddur.
Nærvøra og líknandi orð vóru vigað og funnin ov løtt. Gekk eina tíð og spældi við tankan um lýsingarorðið, stuttfluttur, tá ið Signa, lestrarfelagin og trúgva vinkan, kom inn á gólvið á Føroyamálsdeildini.
Minnist ikki, hvørji ørindini vóru, men Signa sigur so okkurt um, at beiggjanum manglaði onkur orð til at marknaðarføra búnaðarvøruna hjá sær í Gásadali.
Eg nevndi so hetta - stuttflutt - men eg var eitt sindur ósikkur, helt tað kanska vera eitt sindur fjákut, so eg fór yvir um gongina at spyrja Jógvan í Lon, hvat hann helt.
Jógvan gav tummil-upp, og so slepti eg stuttfluttum til Jóhan Dáva, sum hevur fingið orðið í umferð upp á sín stillisliga máta í sínum vørulýsingum.