- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Skeiv avgerð at slíta samgonguna
23-12-2022
Miðflokkurin skuldi hildið fram í gomlu samgonguni, tá Jenis av Rana varð koyrdur frá, heldur Bill Justinussen, sum fall á valinum eftir 20 ár í politikki
Bill Justinussen, sum hevur myndað føroyskan politikk í 20 ár, fall á løgtingsvalinum fyrr í mánaðinum.
- Fallið var væntandi, sigur politiski tungvektarin, sum harmast um, at etisku virðini fylla so nógv rundan um flokkin, sum hevur so nógv annað at bjóða.
Bill Justinussen heldur eisini, at tað var ein skeiv avgerð, tá Miðflokkurin tók seg úr samgongusamstarvinum, eftir at Bárður av Steig Nielsen, koyrdi Jenis av Rana frá sum landsstýrismaður.
Men meirilutin í leiðsluni ynskti tað øðrvísi.
Finnur Koba hevur vitjað Bill Justinussen á Glyvrum til eitt longri prát um framtíðar kósina hjá bæði Miðflokkinum og glyvramanninum sjálvum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024