- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Alkohol fyllir nógv í Føroyum, men eg haldi, at tey allar flestu duga at drekka.
Soleiðis sigur John Andersen, sum ongantíð hevur drukkið.
- Tá eg kom í handan aldurin, fóru fleiri vinfólk at drekka, men av onkrari orsøk, so vóru eg og ein vinmaður ikki ordiliga har, og hvørgin okkara hevði eina trongd til at drekka, sigur John Andersen. Hann hevur tó roynt at smakka ymiskt við alkoholi í, men tað sigur honum einki, og tí drekkur hann ikki yvirhøvur.
Soleiðis er eisini við Mirjam Pætursdóttir, tí hóast hon fer í veitslur og í býin, so er tað altíð sum edrú.
- Fólk hava trupult við at skilja, at mann heilt einfalt ikki tímir at drekka, sigur Mirjam Pætursdóttir og heldur fram:
- Ert tú gudilig? Tað er tað, sum fólk altíð spyrja, tá eg sigi nei takk ella forklári, at eg als ikki drekki alkohol, sigur Mirjam Pætursdóttir.
Í morgunsendingini greiða Mirjam Pætursdóttir og John Andersen frá sínum vali og upplivingum í veitslum sum edrú.