Góðan morgun Føroyar

Tað er ikki bara eg, sum havi tað soleiðis
23-01-2023
Hesin setningur er hann, sum altíð stendur eftir, tá ein bólkur av børnum hjá rúsmisnýtarum endar tíðina í 'Títt rúm'

Tíggju ár eru farin, síðan Blái Krossur fór undir at arbeiða við børnum og ungum, sum eru vaksin upp í heimi, har rúsað foreldur eru partur av gerandisdegnum.

Fyrsta tilboðið æt 'Øll hava rætt til góð barnaár', og hetta er við tíðini broytt til 'Títt Rúm'. Eisini er tilboðið víðkað frá at vera til børn og ung til at umfata ymisk tilboð til vaksin, sum eru vaksin upp í heimum við rúsaðum foreldrum.

Jóngerð Nielsen var hon, sum fyri tíggju árum síðan greiddi børnum frá, at har var ein møguleiki at sleppa at tosa um støðuna, tey vóru í.

- Tað var ikki lætt at fáa fatur á teimum og at sannføra tey um, at tað var eitt gott hugskot at hitta onnur, sum vóru í somu støðu sum tey, minnist Jóngerð.

Leiðari í dag er Alisa Hammer, og hon sigur, at tað eru tey somu tingini, sum ganga aftur hjá nærum øllum teimum ungu, ið vitja 'Títt Rúm':

- Tað eru skommin, tøgnin og loyalitetur yvir fyri foreldrunum umframt ábyrgdin ella yvirábyrgdin, ið vit síggja nógv. Tí tað meira enn so kemur fyri, at leiklutirnir eru umbýttir, soleiðis at børnini ansa eftir teimum vaksnu.

Í dag eru tíggju bólkar virknir, og síðan august í fjør hava 127 fólk verið til samrøðu í 'Títt Rúm'

- Eitt tað týdningarmesta, sum tey taka við sær, tá tey eru her, er, at tey ikki eru einsamøll við teimum kenslum, sum tey ikki kunnu deila við onnur, leggur Alisa Hammer afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024