- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Óvanliga nógv regn hevur verið í Nýsælandi seinastu dagarnar, og fleiri fólk eru deyð í sambandi við áarføri.
Býurin, Auckland, hevur í nakrar dagar verið lýstur í undantaksstøðu.
- Fríggjadagin í farnu viku regnaði tað oman fyri 200 millimetrar upp á seks tímar, og eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi, sigur Janhild Olsen, sum í fleiri ár hevur búð í býnum, Auckland.
Tíbetur eru hon og familjan sloppin rættiliga væl.
- Vit hava ongan skaða sum so. Innkoyringin fekk eitt sindur av skaða, men tað hevði einki upp á seg. Hjá granna okkara, sum býr niðan fyri her hjá okkum, har er heilt galið, sigur Janhild Olsen.
Hon vísir á, at kommunan hevur gjørt ávísar mannagongdir í sambandi við áarførið, har tey geva húsum eitt reytt merki ella eitt gult merki. Tað reyða merkir, at tú kanst ikki fara inn.
- Hjá grannunum leyp undan húsinum, so har er einki at gera, tey kunnu ikki fara inn aftur í húsini og kunnu ikki eingongd fara inn eftir tingum, sigur Janhild Olsen.
Í Nýsælandi er summarfrítíðin júst komin at enda, men landið er framvegis í undantaksstøðu, og tí er ikki víst, at børnini kunnu fara í skúla aftur næstu dagarnar. Sambært veðurforsagnunum fyri komandi dagarnar fer framvegis at regna í Aucklandi, tó ikki eins nógv og í farnu viku.