Góðan morgun Føroyar

Ongantíð upplivað nakað líknandi
02-02-2023
- Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi, sigur Janhild Olsen, sum býr í Nýsælandi, har grimdarregn hevur elvt til stórar skaðar.

Óvanliga nógv regn hevur verið í Nýsælandi seinastu dagarnar, og fleiri fólk eru deyð í sambandi við áarføri.

Býurin, Auckland, hevur í nakrar dagar verið lýstur í undantaksstøðu.

- Fríggjadagin í farnu viku regnaði tað oman fyri 200 millimetrar upp á seks tímar, og eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi, sigur Janhild Olsen, sum í fleiri ár hevur búð í býnum, Auckland.

Tíbetur eru hon og familjan sloppin rættiliga væl.

- Vit hava ongan skaða sum so. Innkoyringin fekk eitt sindur av skaða, men tað hevði einki upp á seg. Hjá granna okkara, sum býr niðan fyri her hjá okkum, har er heilt galið, sigur Janhild Olsen.

Hon vísir á, at kommunan hevur gjørt ávísar mannagongdir í sambandi við áarførið, har tey geva húsum eitt reytt merki ella eitt gult merki. Tað reyða merkir, at tú kanst ikki fara inn.

- Hjá grannunum leyp undan húsinum, so har er einki at gera, tey kunnu ikki fara inn aftur í húsini og kunnu ikki eingongd fara inn eftir tingum, sigur Janhild Olsen.

Í Nýsælandi er summarfrítíðin júst komin at enda, men landið er framvegis í undantaksstøðu, og tí er ikki víst, at børnini kunnu fara í skúla aftur næstu dagarnar. Sambært veðurforsagnunum fyri komandi dagarnar fer framvegis at regna í Aucklandi, tó ikki eins nógv og í farnu viku.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024