- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hava verið sjúkrarøktarfrøðingar í 50 ár
01-03-2023
Fyri júst 50 árum síðani fingu Maria Andreassen Hentze og Anna Dánjalsdóttir prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar
Tann 4. august í 1969 hittust 18 ungar kvinnur fyri fyrstu ferð á Háskúlanum í Havn, í sambandi við at tær fóru undir útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingar.
Hálvtfjórða ár seinni - 1. mars í 1973 - fingu 14 teirra prógvið. Í dag er hetta júst 50 ár síðani.
Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur er nógv broytt øll hesi árini.
- Kundi eg valt umaftur, so hevði eg avgjørt valt somu útbúgving aftur, tí mær hevur dámt hetta arbeiðið sera væl, sigur Maria Andreassen Hentze.
Í morgunsendingini fortelja hon og Anna Dánjalsdóttir um útbúgvingina tá, og hvussu arbeiðið er broytt fram til í dag.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, forsetaval í USA, valfundur í Varpinum, Una Rósa Birgirsdóttir
05-11-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, jubileum hjá Jákupi, sterilisatión og Fólksins rødd
31-10-2024
Veðrið, hormonspiralur og bróstkrabbi, parúkkar úr føroyskum hári, føroyskt karaoke og Reyði krossur
29-10-2024
Veðrið, Jóna Kristin Thomsen, Fìa Lamhauge, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Uffe Bærentsen, Leif Hansen og Jákup Magnussen
25-10-2024
Veðrið, Brot úr Føroya søgu, Hanni Bjartalíð, Randi Ward, Jóannes Eidesgaard, Hans Eiler Hammer og Randi Mohr
24-10-2024