- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein føroysk duett
03-03-2023
Týskvøldið var eitt nýtt føroyskt lag útgivið. Lagið eitur "Farin", og tað eru Jónas Gaard og Sigrið F. Hansen, sum syngja saman
"Filip Zachariassen og eg skrivaðu til Sigrið í oktobur í fjør, so settu vit okkum at skriva saman, og tað gekk ordiliga væl. Her er úrslitið", sigur 23 ára gamli Jónas, sum er glaður fyri, at fólk hava tikið væl ímóti lagnum.
19 ára gamla Sigrið heldur, at tað hevur verið ein stuttlig uppliving at gera duettina.
Hetta er fyrstu ferð, at tey gera eitt lag saman og ikki seinastu ferð, avdúka tey.
"Farin er ein kærleikssangur, sum snýr seg um tvey, sum ikki eru saman longur, men sum liva í einari vón um, at tey fara at koma saman aftur. So lagið snýr seg um vón og sorg", siga tey.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024