- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eftir at hava arbeitt sum kommunulækni í Havn síðani 1995 hevur 70 ára gamli Jenis av Rana nú havt seinasta arbeiðsdag.
- Nú eri eg blivin 70, og tað hevði verið drepandi, um eg skuldi hildið fram í føstum starvi sum kommunulækni.
Soleiðis sigur læknin og politikarin, Jenis av Rana, sum tann 1. mars 2023 gavst sum kommunulækni í Havn.
Eitt, sum hevur eyðkent Jenis av Rana sum kommunulækni, er, at trúgv hansara eisini hevur fylt honum í viðtaluhølunum.
- Trúgvin fyllir alt, og fyri meg hevur tað verið natúrligt eisini at biðið fyri sjúklingum. Tað er nakað, sum eg havi gjørt nakrar ferðir hvørja viku, meti eg, sigur Jenis av Rana.
Í morgunsendingini hyggur Jenis av Rana aftur á øll árini, hann hevur verið kommunulækni, og fortelur, hvussu trúgv og politikkur hava ávirkað kommunulæknastarvið.