Góðan morgun Føroyar

Morgunvenjingar eru ikki til børn
16-03-2023
So avgjørdur er Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, tá hann kemur við góðum ráðum, ið kunnu forða fyri, at børn fáa skaðar, tí tey venja ov nógv.

Ráðini eru nógv, og teirra millum eru, at børn skulu hava minst ein frídag um vikuna, har tey ikki eru til skipaða ítróttavenjing, at børn ikki skulu avmarka seg til eina einstaka ítróttagrein áðrenn tey í minsta lagi eru tannáringar, og at foreldur hjálpa teimum at skipa vikuna, soleiðis at venjingarnar ikki vera alt ov nógvar samanlagt, um barnið íðkar fleiri ítróttagreinar.

Í gjár hoyrdu vit fysioterapeut rópa varskó, tí so nógv børn koma til teirra við skaða, sum tey hava fingið, tí tey hava vant ov nógv. Hetta er ein trupulleiki, sum tey væl kenna í Ítróttarsambandi Føroya, og tí hava tey nakrar heilt greiðar tilráðingar, tá tað snýr seg um børn og ítrótt.

- Allar ítróttagreinar vilja venja ov nógv, og tað merkir, at tað verður trupult at venja fleiri ymiskar. Um tú so velur eina ítróttargrein á ungum árum, hvat hendur so, tá tú verður 17 ár, og ikki tímir hesa einu longur? So hevur tú einki. Betur hevði verið, um til bar at venja tvær ella tríggjar ítróttargreinir alt lívið og bara hugna tær við tí, sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF.

Hann saknar eisini samskipan millum ymisku ítróttargreinirnar, soleiðis at til ber hjá børnum at venja meira enn eina. Typiskt liggur trupulleikin, tá børn venja eina vetrarítróttt og eina summarítrótt, tí tá liggja nógvar venjingar um várið og heystið, tá tær yvirlappa.

- Her má bera til at flætta eitt sindur, soleiðis at hesi børn ikki venja fult allastaðni.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024