- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
At broyta vanar og hugburð er ofta trupult, men av og á er tað neyðugt. Hjá nógvum føroyingum er tað ein sannroynd, at pengarnir ikki røkka til tað, teir gjørdu fyrr, og tað merkir, at vit mugu hugsa eitt sindur øðrvísi, tá vit skulu fylla køliskápið.
Snorri Patursson, føðslufrøðingur, gevur í fyrsta umfari tey ráð, at vit skulu hyggja nærri at almennu kostráðunum, tí har verður mælt til at vit eta meira grønt og grovt.
Tá tað snýr seg um grønmeti, viðmælir hann tey tungu sløgini av grønmeti, tí har er nógvur matur og nógv metta at finna. Hvítkál, spísskál, rótfruktir og epli kunnu brúkast til óteljandi rættir, tey eru sunn og so kunnu fleiri teirra etast rá, og tað er nakað, sum heila okkara dámar. Tað broyskna, tá vit bíta í eina gularót ger okkum gott, bæði til likams og sálar. Tað týdningarmikla, tá tú býtir um kjøt við grønmeti er, at maturin skal kryddast meira, tí minni smakkur er í grønmetinum.
Um tú bakar tínar egnu grovbollar ella breyð, so er eisini her nógvur peningur at spara, tí tað er helvtina so dýrt um tú bakar sjálv, heldur enn at keypa breyð og bollar. Og so eru fyrimunirnir eisini fleiri, tí tú veitst neyvt hvat er í, og so ert tú ein fyrimynd fyri børnini, sum síggja, at hetta at gera sín egna mat er nakað, sum er vert at gera.