Góðan morgun Føroyar

Nýføðingarnir viga alsamt meir
23-03-2023
Tað hevur stórar avleiðingar fyri móðir og barn, at føðivektin hjá nýføðingum økist, heldur Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum og burðarfrøði.

Føroyskir nýføðingar viga alsamt meira. Tað vísir kanning, sum Sunnvá Hanusardóttir Olsen og onnur hava gjørt av føðivekt hjá føroyskum nýføðingum.

Í 2019 vórðu fleiri børn fødd við eini føðivekt, sum var 4500 gramm ella meira, enn í 2019.

Sambært Dianu Reynstind, sum er serlækni í kvinnusjúku og burðarfrøði, so eru serliga tvær orsøkir til, at nýføðingar í Føroyum viga meira og meira.

- Vit síggja ein samanhang millum vektina hjá mammuni og so vektina hjá barninum. Ein kvinna, sum er yvirvektig, hevur størri sannlíkindi fyri at eiga eitt barn, sum vigar lutfallsliga nógv, enn ein kvinna, sum hevur normalvekt, sigur Diana Reynstind.

Umframt vektina á mammuni, so spælir viðgongutíðin eisini ein leiklut, tá tosað verður um teir tungu nýføðingarnar.

- Her í Føroyum lata vit kvinnurnar ganga 42 vikur, meðan í londunum rundan um okkum, sigur mann týpiskt 40 vikur. Vit vita, at eitt barn kann taka 250 gramm upp á um vikuna, tá mamman gongur longur enn 40 vikur, sigur Diana Reynstind.

Í morgunsendingini fortelur Diana Reynstind um avleiðingarnar av, at nýføðingarnir viga alsamt meira.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024