- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fríggjadagspanelið er klárt at kjakast. Í panelinum hesa ferð eru Steintóra Erhardsdóttir, Jóngerð Nielsen og Dánjal Samuelsen.
Fyrst evni í morgun er, um tað skal eita løgmaður og løgkvinna, og hvønn týdning tað hevur, at heiti verða broytt, so tey umfevna kvennkynið eisini.
Tey siga, at tað er tíð upp á, at broytingar koma. Men tey halda ikki, at tað eru øll heitir, ið noyðast hetta.
Næsta evni er persónssøgur, tí hvørjar persónssøgur kann ein miðil skriva um og ikki?
Tey trý halda, at tað eru ikki allar søgur, sum eru viðkomandi. Tey halda, at um tað snýr seg um ein almennan persón, so er tað í lagið, at skriva slíkar søgur, sum hon, ið er blivin nógv umrødd í seinastuni. Men av tí, at hesin persónurin er privatur, so broytir tað upp á støðuna.
Triðja evni er móðurmálið, tí tað er móðurmálsdagur í morgin.