- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Móðurmálsdagur er í morgin, 25 mars. Málráðið og Føroyar lesa halda tað vera umráðandi at hava ein móðurmálsdag, sum varpar ljós á føroyska málið.
- Tað er ein dagur, har vit kunnu hugsa og tosa um tær avbjóðingar, sum eru við málinum, men eisini gleðast um tað, sum gongur væl, siga tey bæði, Eileen Anthoniussen, sum er ritsjóri og samskipari av Føroyar lesa og Ragnar Sigrunarson, sum er ráðgevi og samskipari í Málráðnum.
Í sambandi við móðurmálsdagin verður ein almenn spurnakapping á Kahoot um føroyska málið kl. 12.00, og øll kunnu vera við. Fyri at luttaka, má ein taka Kahoot appina niður á telefonina.
Kl 12.00 kemur so eitt loyniorð út á Facebook vangan hjá Málráðnum og Føroyar Lesa, sum mann tøppar inn fyri at vera við í spurnakappingini.
Máltøkniliga menningin í Føroyum gongur eisini framá. Í næstum verður skipað fyri einari ráðstevnu um máltøkni og arbeitt verður við at menna tað føroyska málið tøkniliga og fáa ein máltøknidepil.
Ragnar Sigrunarson greiðir frá máltøkniligu menningini í Føroyum. Til dømis eru forrit, sum kunnu gera tekst til talu, ein føroyskur rættstavari, føroyskar ljóðbøkur, teldutala o.s.fr.