- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í panelinum í morgun eru Tom Jacobsen, pastorur og lærari og Ingi Poulsen, tónleikari og næmingur.
Trý evni eru á skránni.
Tað fyrsta snýr seg um tað, at landsstýrið og kommunur eru samd um, at Føroyar skulu vera besta stað í heiminum at vaksa upp í - men hvat er eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp í, og hvat skal til fyri, at øll børn í Føroyum hava tað gott?
Báðir halda, at Føroyar eru eitt gott stað at vaksa upp í, men ein av teimum leggur dent á, at har skulu broytingar gerast.
Annað evnið í morgun er, at ov høgt BMI ávirkar lívstryggingina. Fólk fáa at vita frá summum tryggingarfeløgum, at um teirra BMI er ov høgt, so fáa tey ikki lívstrygging.
- Øll hava rætt til lívstrygging. Ein kann eisini vera ósunnur í høvdinum, tískil er hatta ikki ein nóg góð eftirmeting.
Og triðja evnið í morgun er sálarheilsa.