- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Avhendingarskyldan tryggjar vitanina um føroyska mentan
13-04-2023
Tað er trupult at siga, hvat tilfar hevur virði í framtíðini. Tí hevur týdning at goyma alt, ið verður givið út alment í Føroyum, siga tey á Landsbókasavninum
Sambært ásetingum í § 24 í bókasavnslógini skulu fýra ókeypis eintøk av øllum verkum, útgivin í Føroyum, avhendast til Landsbókasavnið.
Tilfar, ið skal latast Landsbókasavninum, er eitt nú bøkur, fløgur, filmar, ársfrágreiðingar, lýsingabløð, faldarar, plakatir og postkort.
Talgilt tilfar og útgávur á netinum koma eisini undir avhendingarskylduna.
Endamálið við avhendingarskylduni er at tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin.
Avhendingarskyldan tryggjar eisini støðið undir tjóðbókaskránni.
Sólvør Henriksen og Øydis Bjerre frá Landsbókasavninum greiða frá avhendingarskylduni.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024