- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hundraðtals føroyingar fara á Teenstreet í summar
02-05-2023
Felagsskapurin við ung úr øðrum londum er nakað serligt á Teenstreet, siga Símun Jóannesarson Hansen og Randi Hansen
Tað byrjaði við 50 tannáringum í Týsklandi í 1993, og er nú vaksið til, at 20.000 luttakarar úr 42 ymiskum londum koma saman.
Hjúnini, Símun Jóannesarson Hansen og Randi Hansen, eru í leiðslutoyminum. Tey eru sera spent, nú Teenstreet loksins aftur verður, sum tað plagdi at vera.
- Hjá fleiri ungum er hetta fyrstu ferð, at tey ferðast einsamøll á henda hátt. Tí hevur tað stóran týdning, at vit, sum varða av teimum, duga at handfara tær støður, sum taka seg upp, siga hjúnini.
Eini 400 fólk, ung og vaksin, plaga at vera í føroyska ferðalagnum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024