- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ráðstevnan, NoDaLiDa (Nordic Conference on Computational Linguistics), verður hildin annaðhvørt ár og verður í ár hildin í Føroyum fyri fyrstu ferð.
At ráðstevnan í ár, NoDaLiDa2023, verður hildin í Føroyum er eitt greitt tekin um, at máltøkni av álvara er sett á dagskránna bæði á Fróðskaparsetrinum og í føroyska samfelagnum annars, ljóðar tað av Føroyamálsdeildini.
Máltøkni er, tá ið mál og tøkni umskarast. Tað er tann reyða strikan undir skeivt stavaða orðinum, tað er, tá teldan kann týða ella lesa fyri teg, ella tá ið tú biður Siri gera eitthvørt á tínari snildtelefon.
Ráðstevnan byrjaði í dag og heldur fram til mikudagin. Á skránni eru millum annað verkstovur og fyrilestrar.
Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við nevndina fyri NEALT - Northern European Association for Language Technology.
Iben Nyholm Debess, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini greiðir frá, at máltøknin mennist við fullari ferð, tí tørvurin fyri máltøkniligum amboðum verður størri.
- Stórur áhugi er fyri føroyska málinum og útlendingar hava eisini framløgur um føroyska málið á ráðstevnuni, sigur hon.
Fróðskaparsetrið fer frameftir at arbeiða meira miðvíst við máltøkni.
- Ráðstevnan kann hava góð samstørv og verkætlanir við sær, so vit vóna at knýta sambond, sigur Iben.