- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Rifat Atun, professari á Harvard universitetinum, Copenhagen Institute for Futures Studies (CIFS), Microsoft, Roche og Siemens Healthineers hava stovnað felagsskapin The Movement Health Foundation.
Endamálið við felagsskapinum er at betra um heilsuskipanir kring heimin, tí sum støðan er nú, eru skipanirnar ikki burðardyggar.
- Umleið 30% av heilsutænastum og viðgerðum eru mettar at vera óneyðugar og kunnu sparast burtur, sigur Bogi Eliasen, heilsustjóri á Copenhagen institute for Futures Studies.
Trýstið er ov stórt á heilsuskipanum kring heimin, og tað er ov dýrt.
- Tað er neyðugt at hjálpa fólki tíðliga, tá ið tey vera sjúk og at brúka tøkni, sum vit longu hava til at viðgera sjúklingar, sigur Bogi Eliasen.
Felagsskapurin hevur í samstarvi við onnur gjørt broytingar í nøkrum londum. Tey byrjaðu í Suðuramerika, og arbeiðið heldur fram, greiðir Bogi frá, men tað er ikki ein einføld uppgáva.