Góðan morgun Føroyar

- Vit eru takksom fyri, at øll komu óskadd frá hendingini
21-06-2023
Tað siga Jastrid L. Olsen og Andras E. Olsen, ið vóru í bussinum, sum eldur kom í sunnudagin

Sunnudagin kom eldur í ein buss á landsvegnum norðan fyri rundkoyringina við Norðskálatunnilin.

Bussurin var fullur av fólki, sum vóru ávegis til Eiðis millum annað til gudstænastu.

Øll komu óskadd úr bussinum, men bussurin kolaðist upp og bleiv vrak.

Andras L. Olsen, sum førdi bussin, og Jastrid Langgaard Olsen, sum var við til at skipa fyri útferðini, eru bæði takksom fyri, at alt spældi væl av.

- Tað gekk væl og skjótt at fáa øll úr bussinum, og vit eru sera glað og takksom fyri, at øll komu út øllum góðum, sigur Jastrid.

Tó var hendingin skakandi, og tey vísa á, at stutt aftaná, at øll vóru komin út, var eldur í øllum bussinum.

Løgreglan kannar í løtuni, hví eldur kom í bussin.

Lurtið eftir samrøðuni við Jastrid og Andras, har tey greiða frá skelkandi hendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024