- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
147 umsóknir.
So nógvir 18 ára gamlir føroyingar hava sent inn umsókn til løgmansskrivsstovuna í vónini um at sleppa við í stóru føðingardagsveitsluna hjá Christiani Prinsi, sum verður á Christiansborg Slotti.
Tá freistin at senda inn umsókn er úti tann 7. september, verður lutakast, og so sleppa tvey 18 ára gomul úr Føroyum til sokallað Gallataffel.
Ein, sum hevur sent inn umsókn er Lukas í Grund Bøgesvang, sum fyllir 18 ár tann 15. oktober - sama dag sum danski prisnurin fyllir 18.
- Hetta er ikki ein møguleiki, tú fært á hvørjum degi, so sjálvandi hevði tað verið stuttligt at sloppið við, sigur Lukas í Grund Bøgesvang.
Eisini mamma hansara, Sólborg í Grund Bøgesvang, heldur hetta vera ein møguleika, sum sonurin avgjørt eigur at royna.
- Mær dámar ómetaliga væl at fylgja við í øllum tí, tey kongaliga takast við, og eg rokni við, at tað hevði verið ein heilt serlig uppliving fyri Lukas at sloppið við í hasa veitsluna, sigur Sólborg í Grund Bøgesvang.
Í morgunsendingini greiða Lukas í Grund Bøgesvang og Sólborg í Grund Bøgesvang millum annað frá áhuganum fyri teimum kongaligu, og hvørjar tankar tey gera sær um stóru veitsluna á Christiansborg Slotti.