Góðan morgun Føroyar

Sarah Mahfoud fyrireikar seg til nýggjan stórdyst
06-09-2023
Dysturin ímóti Marcela Acuña er í Silver Championship hjá WBC. Vinnarin hevur góðan møguleika seinni at fáa HM-dyst hjá WBC-sambandinum

- Tvær venjingar eru um dagin. Tað er neyðugt, um eg skal vera klár til hesa truplu uppgávuna, ásannar Sarah Mahfoud.

7. oktober fer hon í ringin í Royal Arena Hall at royna seg ímóti roynda argentinska nevaleikaranum, Marcela Acuña.

Mahfoud viðurkennir, at talan er um ein ógvuliga sterkan boksara, sum hevur eina imponerandi søgu at vísa á.

- Eg fari at boksa ein taktiskan dyst og leita eftir hennara veikleikum, sigur Mahfoud.

Hon arbeiðir tó eisini við sálv at gerast meiri ágangandi í ringinum og at sláa hart, tá møguleikin er har.

Hagtølini hjá Mahfoud eru 13 sigrar og bara ein ósigur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024