Góðan morgun Føroyar

Leygardagin verður standmyndin av Grími Kamban avdúkað
17-10-2023
Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen eru í nevndini, sum hevur arbeitt við at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd

Í Føroyingasøgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at staðurin fekk navn eftir hesum, tá ið land var funnið. Fyrsti maður at seta fótin á land var Grímur Kamban.

Á heysti í 2020 avgjørdi bygdarfelagið í Funningi at skipa eina nevnd, ið skal varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og varðveita søgnina um Grím Kamban.

Tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera standmyndina. Hon er stoypat úr bronsu og stendur á føroyskum gróti.

Leygardagin klokkan 15 verður hon avdúkað.

Søgan sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, ið búsettust í Føroyum, men at norskir víkingar róku teir burtur hiðani. Hetta sigur tann írski munkurin Dicuil í bók síni, De mensura Orbis terrae (Heimsins vídd).

Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis - og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: - Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er eingin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur - so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.

Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera tann fyrsti landnámsmaðurin og kom higar umleið 825, og tað hevur altíð verið ført fram, at hann kom í land í Funningi.

Um viðrar verður stórt hátíðarhald leygardagin, 21. oktober. kráin er fjølbroytt og byrjar seinrapartin kl. 3 og endar á miðnátt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024