- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Klárar tú ikki at leggja arbeiðið frá tær, tá ið tú ert heima og hevur frí, so heldur tú ikki leingi til hetta starvið.
Orðini eigur 70 ára gamli Neinbjørn Nattestad úr Miðvági.
Í 33 ár hevur hann arbeitt sum ambulansuviðgeri í sjúkraflutningstænastuni, men 5. september í ár hevði hann sín seinasta arbeiðsdag í føstum starvi.
Og júst seinasti arbeiðsdagur bleiv heilt serligur.
- Tað byrjaði sum ein vanlig vakt, men tey løgdu eitt fiktivt útkall til rættis, soleiðis at tey seinni kundu taka meg á bóli. Har vóru bæði sløkkilið, politi, starvsfelagar, familja og vinir til staðar, og eg skilti als einki av tí heila, sigur Neinbjørn Nattestad um minniligu seinastu vaktina, sigur Neinbjørn Nattestad.
Hóast Neinbjørn Nattestad er givin í fasta starvinum, sleppur hann ikki arbeiðnum heilt.
- Eg hevði sett mær fyri, at eg ikki skuldi hava eitt fast starv, tá ið eg bleiv 70. Tað vil so eisini siga, at eg taki kortini fegin onkra vakt afturat, um tørvur verður á tí, sigur Neinbjørn Nattestad.
Í morgunsendingini hyggur Neinbjørn Nattestad aftur á tey 33 árini, hann hevur arbeitt sum ambulansuviðgeri.