- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vit drekka fimm til átta ferðir um dagin. Hjá flestu okkara er hetta uttan hóvasták. Men hjá fleiri er hetta ein avbjóðing, tí tey stoyta.
Orsøkirnar til tað kunnu vera fleiri. Laila Midjord hevur sjálv upplivað, at ein, sum stóð henni nær, fekk parkinson, og orsakað av tí upplivdi, at tað var trupult at drekka.
Hetta fekk Lailu Midjord at hugsa um, hvat hon kundi gjørt fyri at forða ella í øllum førum basa hesum.
Og tað megnaði hon eisini.
Saman við floksfelaga sínum fann hon loysnina, og hevur tí gjørt serstaka glasið, Drinksaver.
Fyri hana hevði tað stóran týdning, at glasið ikki bara var vakurt, og ikki sá øðrvísi út enn onnur gløs, tí hon vil vera við, at inklusjón hevur eins stóran týdning sum virknaðurin.