- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sambært ST siga bjartskygdar metingar, at í minsta lagi helvtin av heimsins málum eru burtur ella álvarsliga hótt í ár 2100.
Tey, ið eru meiri svartskygd, meta, at 90 til 95 prosent eru horvin, tá øldin er av.
ST hevur ásett árini frá 2022 til '32 at vera Altjóða áratíggju hjá upprunamálum.
Ísraelsmaðurin, Yair Sapir, rekur av sínum eintingum verkætlanina, Small Languages Rock, sum hevur til endamáls at breiða út sangir úr smámálum til onnur smámál.
Tað var eitt nú hann, ið fekk í lag, at Lukkan er ei gullið, hjá Jens Marna Hansen og Kem Poulsen, er umsettur til fleiri onnur smámál.
Nú hevur hann latið frá sær The Language Song.
Higartil er hann tøkur á grønlendskum og enskum, men vónin er, at hann skal koma út á øðrum málum eisini.