Góðan morgun Føroyar

G!-tónleikastjórin: "Festivalurin næsta ár verður ein veitsla"
29-11-2023
Høgni Lisberg, sum er nýggjur tónleikastjóri á G! festivalinum, lovar ein tónleikaliga veitslu næsta ár. Fyrsta høvuðsnavnið er kunngjørt, heimskendi Of Monsters and Men

G! festivalurin hevur kunngjørt fyrsta útlendska høvuðsnavnið, sum verður at hoyra á G! næsta ár. Talan er um heimskenda íslendska fólka-popp/rokk-bólkin Of Monsters and Men.

Tað var nýggi tónleikastjórin í G!, Høgni Lisberg, sum avdúkaði navnið í Góðan morgun Føroyar

Høgni Lisberg letur væl at arbeiðinum við at bóka tónleik til G! festivalin næsta summar. 

"Tað er hvør sítt at spæla tónleik og at skipa fyri tónleikatiltøkum. Men eg standi á breiðum herðum, tí tá eg byrjaði, so var tað ikki soleiðis, at tað var eitt púra blankt pappír frammanfyri mær. Har vóru nógvir træðrir, ið eg kundi hála í, eitt nú  fyrispurningar, ið hava hingið í fleiri ár. G! er eisini við árunum vorðið ein kent og virt tónleikatiltak uttanlands. So eg byrjaði ikki heilt frá skratsj."

 

Kennir G!-tónleikaprofilin

Høgni Lisberg heldur, at hann veit, hvussu ein góður G! festivalur eigur at vera.

"Eg hevur havi verið kring G! festivalin øll árini, sum festivalurin hevur verið fyriskipaður, so eg billi mær inn, at eg veit, hvussu ein góður G! festivalur eigur at vera. Fyrst og fremst tónleikaliga, men eisini hvussu tað skal upplivast at ganga runt á G! festivalinum, tí eg havi sjálvur gingið nógv runt til konsertir. So tað havi eg eisini eina meining um. "

Málið er, at øll Norðurlond skulu vera umboðað í skránni so ella so, staðfestir G!-tónleikastjórin. Men ætlanin er eisini er at hava onkrar meira forkunnigar gestir á skránni, og tað verður tað, lovar Høgni Lisberg.

 

Eyðmjúk fíggjarætlan

Høgni Lisberg heldur, at tónleikaskráirnar á G! festivalinum hava verið góðar gjøgnum tíðina. 

"Eg hyggi eitt sindur øðrvísi upp á tað nú, nú tá eg sjálvur standa við ábyrgdini. Fíggjarætlanin hjá G! festivalinum er eyðmjúk, og vit hava ikki nógvar pengar at bóka tónleik fyri. So tá eg nú hyggi eftir plakatunum, sum hanga á G!-kontórinum, so hava tað verið øgiliga nógv góð nøvn á G! festivalinum millum ár og dag."

G!-tónleikastjórin staðfestir, at tey longu eru komin rættiliga langt við at fyriskipa festivalin næsta ár. 

"Vit eru byrjað rættiliga tíðliga hesuferð, og vit eru komin øgiliga langt við arbeiðinum. Tað ger, at vit longu nú hava eina góða heildarmynd av, hvussu festivalurin fer at vera tónleikaliga, og tað er ein fyrimunur. Og eg hugsi, at G! festivalurin næsta ár skal vera ein veitsla, tað vil eg líka siga."

 

Knast ikki sita og kúra á Spotify

Nýggi G!-tónleikastjórin ger nógv við at fara á tónleikaráðstevnur fyri á at hoyra tónleikanøvnini, ið hann umhugsar at bóka til festivalin, spæla live á einum palli. 

"Tú kanst ikki sita og kúra á Spotify, tá tú skal bóka nógv til ein festival, og tí tað kann gott vera, at okkurt navn hevur tvær milliardir spælingar, men slett ikki riggar live. Tú mást út at uppliva tónleikin live á einum palli, fyri at tryggja tær, at tónleikurin eisini riggar á Sandinum ella Spæliplássinum."

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kapping, nýggjur sangur, heili og heilsa.
13-09-2024
brot úr Føroya søgu, veðrið, barnatannrøkt, tónleikur á Kirkju, tann fantastiski bussurin
12-09-2024
Veðrið, mammubólkur í 20 ár, kjakið millum Trump og Harris, góð ráð um renning.
11-09-2024
Veðrið, eldravælferð, kaving og sjónleikur.
10-09-2024
Veðrið, etiskar tvístøður, Reyði Krossur í Norðoyggjum
09-09-2024
Gongutúrur úr Gásadali til Viðareiðis, veðrið, kapping við lurtarum, rennikapping, sangfagnaður og at uppliva føðilandið við nýggjum eygum.
06-09-2024
Brot úr føroya søgu, veðrið, til DM í bodybuilding, kaninir á ellisheimi, rørsla í skúlanum
05-09-2024
Nøvn, veðrið, Labbaliðið, menn í Almannaverkinum, gartnarin
04-09-2024
Veðrið, koyrikort og 17 ára aldursmark, nýggj forkvinna í javnstøðunevndini, foreldur blanda seg
03-09-2024
Veðrið, multivitaminir, ferðast einsamøll
02-09-2024
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024