- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Andaktir upp á fjallatoppum í Føroyum.
Tað er nakað heilt serligt, heldur Pól Johannesen, sum skipar fyri slíkum gongutúrum og er trúðboðari hjá Heimamissiónini. Fastur partur av túrunum er andakt uppi á toppinum.
- Eg byrjaði at ganga túrar einsamallur, tá korona herjaði, og so byrjaðu fólk at biðja meg siga sær frá, næstu ferð eg fór túr, soleiðsi at tey kundu koma við. Og síðani havi eg so gjørt ein bólk við fólkum, sum fáa eini sms-boð frá mær, tá eg ætli mær at fara ein túr, sigur Pól Johannesen.
Sum trúðboðari arbeiðir hann aloftast um kvøldarnar og um vikuskiftini, og tí ber væl til at leggja túrarnar til rættis eftir veðrinum og ikki eftir klokkuni. Hetta forðar tó ikki fólki at koma við á túrarnar.
- Eg havi møguleika at fleksa við mínum arbeiði, so tað kemur javnan fyri, at eg taki avgerð seint um kvøldið um at fara túr heilt tíðliga morgunin eftir. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk koma við mær, men tað er millum seks og 20 fólk, sigur Pól Johannesen.
Nakrar ferðir í summar hevur Pól eisini sovið á fjallatindum.
- Tað er nakað heilt serligt at liggja í soviposa, síggja sólina seta og síðani árla á morgni síggja sólarris, sigur Pól Johannesen.