- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað eru liðin 50 ár síðani, Karl Vidtfeldt var valdur til formann í B71.
At sandoyggjafólk hava fegnast um drúgva nevndararbeiðið var undirstrikað á ársins fyrsta degi, tí tá var skipað fyri skrúðgongu til heiðurs fyri Karl.
Hann visti ikki av nøkrum, tá hann sá ein rúgvu av fólki á vegnum.
Brádliga legði hann til merkis, at B71-flaggið var á lofti.
Tá fór hann at undrast á, hvat mundi vera á vási, og hví hevði eingin sagt honum, formanninum, frá um hetta tiltakið.
Tað gjørdist honum kortini skjótt greitt, at fólkið var komið, tí 50 ár vóru liðin, síðani Karl Vidtfeldt gjørdist formaður á fyrsta sinni.
Tiltakið kom púra óvart á Karl Vidtfeldt, men hann var sera fegin um løtuna og tey orð, ið søgd vóru.
B71 er eitt felag fyri øll, leggur hann dent á. Bæði tey yngstu og tey elstu.
Vit kunnu ikki vinna alt, men vit kunnu vera tann besti felagsskapurin. Tað er upp til okkum.
Um Karl Vidtfeldt heldur fram við nevndararbeiðinum í B71 er ikki vist enn.
Men givið er, at hann framhaldandi, so ella so, verður ein partur av felagsskapinum.