Góðan morgun Føroyar

Koyrið børnini út at spæla
10-01-2024
- Børn, sum spæla nógv úti í náttúruni, blíva ofta væl fyri motoriskt, sigur Durita Reinert, barnafysioterapeutur.

Fleiri fólk halda, at skalt tú vera væl fyri motoriskt, so skalt tú duga væl ítrott og vinna heiðursmerki.

Men klárar eitt barn til dømis at renna, lakka, hoppa, standa á einum beini, so vísir tað seg, at hetta barnið klárar seg betur sosialt, í skúlanum, barnagarði og eisini at handfara truplar støður, sum nú einaferð kunnu stinga seg upp.

Hetta er nakað, sum Durita Reinert, barnafysioterapeutur, javnan upplivir í sínum arbeiðsdegi. Tí heldur hon eisini, at tað er sera umráðandi at venja grundmotorikkin hjá børnum.

- Tað nýtist ikki at gerast torført, tí bara tað, at børn eru úti og spæla í føroysku náttúruni, er sera góð venjing og stimbrar motorikkin hjá børnum, sigur Durita Reinert.

Í morgunsendingini gevur Durita Reinert góð ráð um børn og motorikk.

 


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024