Góðan morgun Føroyar

Tørvur er á fleiri kvinnuligum flogskiparum
18-01-2024
Bert fimm prosent av øllum flogskiparum eru kvinnur, og ta skeiklingina royna kvinnuligir flogskiparar og vinnan nú at broyta.

Ungar kvinnur, sum skulu velja sær útbúgving og yrkisleið, mugu sjálvandi hava onkran at spegla sær í. Um tú ikki sært ein kvinnuligan flogskipara, so kanst tú halda, at tað starvið ikki er ein møguleiki fyri teg.

Tí er neyðugt við fleiri kvinnuligum flogskiparum.

Tað halda tær báðar Sheila Sóldal og Linda Vest Niclasen, sum eru flogskiparar.

Mett verður, at einans fimm prosent av øllum flogskiparum eru kvinnur, og hetta er nakað, sum vinnan og kvinnuilgir flogskiparar royna at varpa ljós á og broyta.

- Fleiri ungar kvinnur venda sær javnan til mín at spyrja seg fyri um útbúgvingina og starvið sum heild, og ein týpiskur spurningur er, um tað ber til at samantvinna familjulív og eitt starv sum flogskipari. Og jú, tað ber væl til, tí hetta minnir um eitthvørt annað starv, har tú arbeiðir í skiftandi vaktum, sigur Linda Vest Niclasen og leggur afturat, at hóast tú sum flogskipari til tíðir arbeiðir nógv, so eru eisini nógvir frídagar.

Sambært teimum báðum flogskiparunum hevði verið gott, um fleiri kvinnur vóru í starvinum.

- Tað er nakað annað, at hava kvinnuligar starvsfelagar eisini, tá tú sjálv ert kvinna. Og so havi eg eisini hoyrt mínar mannligu starvsfelagar siga, at tað hevði verið gott við fleiri kvinnum í fakinum, tí prátið er øðrvísi, tá maður og kvinna tosa saman, sigur Sheila Sóldal, sum er einasti kvinnuligi tyrluflogskipari í Føroyum.

Í morgunsendingini práta tær báðar um avbjóðingarnar við manglandi kvinnuligum flogskiparum og greiða frá arbeiðinum í síni heild.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024