Góðan morgun Føroyar

Skúlastjórar trívast illa
08-02-2024
Kanningar úr Noregi vísa, at 7 av 10 skúlastjórum halda starvið vera heilsuskaðiligt. Nógv bendir á, at tað ikki stendur heilt væl til í Føroyum heldur.

Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jóhan Stenberg, sigur, at vit skulu fyribyrgja, at skúlastjórar velja at stinga í sekkin. Umstøðurnar eiga at verða broyttar og bøttar.

Í Noregi vísa nýggjar kanningar, at 7 av 10 skúlastjórum trívast illa og halda starvið beinleiðis vera heilsuskaðiligt. Hóast vit ikki hava somu kanningar í Føroyum, so síggja vit eina gongd, har mong skift eru í skúlaleiðslum kring landið. Ofta er heldur ikki nógvar umsóknir, tá ið leiðslustørv eru leys at søkja.

Hans Jón Thomsen er fyrrverandi skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Hann heldur at arbeiðsbyrðan er ein tann størsta avbjóðingin.

- Ein skúlastjóri kann lættliga koma at arbeiða frá kl. 7 á morgni til kl. 23 á kvøldi. Tú hevur nógvar ymiskar uppgávur, tú hevur nógvar samstarvsfelagar, tú skalt taka atlit til foreldur, kommunu, barnaverndir, sernám o.s.fr. Tú hevur øgiliga nógvar partar, tú skalt samstarva við í teimum arbeiðsdøgunum, sum eru. Tí blíva arbeiðsvikurnar ofta langar, sigur Hans Jón Thomsen.

Uppgávurnar til fólkaskúlan eru øktar, men játtanin til fleiri tímar má fylgja við, siga Jóhan Stenberg og Hans Jón Thomsen. Verður einki gjørt við umstøðurnar, so fara úrslitini frá kanningum uttanlands at raka væl harðari í Føroyum, siga teir báðir at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024