- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Summi kunnu velja at setast aftur, um tey skulu standa í bíðirøð saman við 400 øðrum fólkum fyri at sleppa inn til eina konsert, ella um tey ikki vita, um tey sleppa á vesið tá tey hava brúk fyri tí.
Øðrvísi er, um tey hava eitt frábrigdi, sum sigur starvsfólkunum á staðnum, at hesi eru vælkomin at spyrja, hvussu tey kunnu hjálpa?
Tað er hetta, sum sólblómuskipanin leggur upp til. Er ein stovnur ella eitt felag partur av sólblómuskipanini, so merkir tað, at starvsfólkini her kunnu spyrja tey, ið bera sólblómusnór um hálsin, hvørjum tey kunnu hjálpa við.
Norðurlandahúsið hevur tikið sólblómuna til sín og starvsfólkini har hava fingið upplæring í, hvussu tey kunnu brúka hálsbondini til at hjálpa rætt.
- Vit síggja ofta tey, sum koma við koyristóli ella høkjum, men tað kann vera trupult hjá okkum at síggja tey, ið bera ósjónlig brek, tá ein fólkamongd á 400 ella 800 fólk eru rundan um okkum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum og leggur afturat, at har eru nógvar støður, har tað hevði borið til at hjálpt betur, um man visti um tey, ið hava brúk fyri hjálp. Hesum kann sólblómubandið hjálpa við.
Hetta fegnast forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, um, og sigur stóra ynski vera, at tørvur ikki var á MEGD til at varpa ljós á ósjónlig brek, og leggur afturat, at fleiri hava víst skipanini áhuga, so hon ivast ikki í, at har legst afturat við sólblómuveitarum.