Góðan morgun Føroyar

Nógv fleiri føroysk børn og ung venja fótbólt
20-02-2024
Hetta er úrslit av einum miðvísum arbeiði, sum byrjaði í 2018, sigur Christina Ravnsfjall frá Fótbóltssambandinum

Seinastu fimm árini eru nógv fleiri børn og ung í Føroyum farin at venja fótbólt. Hjá gentum er talið vaksið 27 prosent, og hjá dreingjum 20 prosent.

Christina Ravnsfjall, grasrótasamskipari hjá Fótbóltssambandinum, arbeiðir við breiddarfótbóltinum.

Hon byrjaði í starvinum í 2018 og beinanveg var ein málsetningur at fáa fleiri fólk at spæla. Fyrsta stig var at fáa feløgini at skráseta allar spælarar.

Tað var skjótt greitt, at størsta potentiali var at fáa fleiri gentur at spæla. Tær vóru bæði færri og byrjaðu seinni enn dreingirnir.

Samskiparin leggur aftrat, at gransking vísir, at børn, sum byrja at spæla yngri enn níggju ára gomul, oftari halda fram við ítróttinum, tá tey eru eldri.

Í dag er ikki nøkur sjálvfylgja, at børn eru kroppsliga virkin. Tað eru ikki øll, sum spæla úti á sama hátt sum fyrr. Tí kann fótbóltsvøllurin vera eitt alternativ.

Venjingin hjá teimum smáu skal vera stuttlig, men fyri at fáa hetta at bera til, er tað ein treyt, at foreldur eisini eru partur av venjingini fyrstu árini, ásannar Christina Ravnsfjall.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024