- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
At Tjóðskjalasavnið er komið á Vangan, merkir ikki, at trygdin er í vanda. Tað siga Sámal Tróndur Finsson Johansen, stjóri, og Poul A. Simonsen, skjalavørður.
Tjóðskjalasavnið umsitur nógvar persónsviðkvæmar dátur frá øllum myndugleikum í landinum, og tað hevur alstóran týdning, at slíkar dátur verða handfarnar so trygt sum gjørligt.
Savnið er fyrsti tænastuveitarin á Vanganum, ið brúkar knýtið til Skjalhald. Hetta hevur við sær, at tá tú søkir um atgeingi á Vanganum, verður eitt mál beinleiðis stovnað í Skjalhaldi hjá Tjóðskjalasavninum.
Knýtið millum Vangan og Skjalhald fer at lætta nógv um arbeiðið hjá málsviðgerum.
Brúkarin fær eisini fyrimun av hesum, tí tú kann fylgja málinum á Vanganum og síggja, tá ið tað er stovnað, er í viðgerð og nær tað verður lokað.