- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
At geva barninum ávísar mongdir av rúsdrekka, áðrenn tað er 18 ár, er tað sama, sum at siga, at tú góðtekur, at barnið drekkur.
Tað heldur Daisy Iversen, sum er ráðgevi í SSP, sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi.
Í arbeiðinum hittir Daisy Iversen ung fólk kring landið og foreldur teirra. Hóast vit í Føroyum ikki hava neyv tøl, so er hennara fatan, at vit ivaleyst fylgja gongdini í rúsdrekkavanum í londunum rundan um okkum - tey ungu drekka minni enn fyri 20 árum síðani.
Tað er serliga sambandið við foreldrini, og hvørji vinfólkini eru, sum hevur ein týðandi leiklut, tá tað snýr seg um ung undir 18 ár og rúdrekkavanar.
- Í teimum førunum, har foreldrini ikki góðtaka alkohol, áðrenn børnini er 18 ár, byrja børnini aloftast seinni at drekka og harafturat drekka tey eisini minni mongdir, sigur Daisy Iversen.
Hóast tað ikki ber til at siga, at ein ávís týpa byrjar at drekka á ungum árum, er tó eitt, ið hevur týdning í hesum sambandi.
- Børn og ung undir 18 ár, sum trívast væl í skúlanum, ganga til ítrótt, hava ymiskt frítíðarvirksemi og eru partur av einum felagsskapi, byrja oftast seinni við at drekka, sigur Daisy Iversen.
Í morgunsendingini greiðir Daisy Iversen frá alkoholvanum hjá teimum ungu, og hvørja ávirkan foreldur og onnur rundan um tann unga hava á rúsdrekkanýtsluna.