Góðan morgun Føroyar

Foreldur spæla stóran leiklut í rúsdrekkavanum
26-02-2024
Summi foreldur halda, at tey hjálpa teimum blaðungu við at geva teimum nakrar fáar øl, men í roynd og veru er hetta ein bjarnatænasta, heldur SSP-ráðgevi.

At geva barninum ávísar mongdir av rúsdrekka, áðrenn tað er 18 ár, er tað sama, sum at siga, at tú góðtekur, at barnið drekkur.

Tað heldur Daisy Iversen, sum er ráðgevi í SSP, sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi.

Í arbeiðinum hittir Daisy Iversen ung fólk kring landið og foreldur teirra. Hóast vit í Føroyum ikki hava neyv tøl, so er hennara fatan, at vit ivaleyst fylgja gongdini í rúsdrekkavanum í londunum rundan um okkum - tey ungu drekka minni enn fyri 20 árum síðani.

Tað er serliga sambandið við foreldrini, og hvørji vinfólkini eru, sum hevur ein týðandi leiklut, tá tað snýr seg um ung undir 18 ár og rúdrekkavanar.

- Í teimum førunum, har foreldrini ikki góðtaka alkohol, áðrenn børnini er 18 ár, byrja børnini aloftast seinni at drekka og harafturat drekka tey eisini minni mongdir, sigur Daisy Iversen.

Hóast tað ikki ber til at siga, at ein ávís týpa byrjar at drekka á ungum árum, er tó eitt, ið hevur týdning í hesum sambandi.

- Børn og ung undir 18 ár, sum trívast væl í skúlanum, ganga til ítrótt, hava ymiskt frítíðarvirksemi og eru partur av einum felagsskapi, byrja oftast seinni við at drekka, sigur Daisy Iversen.

Í morgunsendingini greiðir Daisy Iversen frá alkoholvanum hjá teimum ungu, og hvørja ávirkan foreldur og onnur rundan um tann unga hava á rúsdrekkanýtsluna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024