- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hevur upplivað átta fullar sólarmyrkingar
24-02-2015
Tá tú hevur upplivað eina sólarmyrking, vilt tú heilt sikkurt sleppa at uppliva fleiri, heldur Kate Russo, sum eltir sólarmyrkingar um allan heim
Hon er doktari í sálarfrøði, rithøvundur og sólarmyrkureltari. Soleiðis stendur at lesa um Kate Russo, sum er í Føroyum í hesum døgum, fyri at siga fólki tað, tey vilja vita um sólarmyrking.
Hon hevur eitt nú hildið fyrilestrar fyri skúlum um sólarmyrking, og eisini hevur hon fingið hagtøl um veðrið, so hon innan stutta tíð kann siga hvar fragast er at síggja sólarmyrkingina, sum verður 20. mars.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024